Whitney Houston í nýggjum filmi

Deil á Facebook
Wednesday 25. January 2012 - 16:52

Tann víðagitna songkvinnan kemur nú aftur í filmsheimin, eftir at hon hevur verið burturstødd úr sangheiminum seinastu 15 ára, tí hon hevur havt rúsevnistrupulleikar.

Hon hevur verið nógv frammi seinastu mongu árini, og nærum hvørja ferð hevur talan verið um skelkandi søgur um misnýtslu av rúsevnum.

Nú er hon til reiðar at trína á filmspallin, tá ið hon skal spæla songkvinnan Emma, sum hevur ein bólk saman við systrum sínum.

Filmurin “Sparkle” snýr seg um tríggjar systrar, og hvussu teirra lív broytist, tá ið tær blíva kendar, og tá ið rúsevni koma uppí leikin.

Eingin ivi kann tískil vera um, at Whitney Houston kennir seg aftur í leiklutinum.

Whitney Houston hevur havt stórar trupulleikar við rúsevnum, og hevur hon verið til avvenjingar fleiri ferðir seinastu árini.

Seinast Whitney Houston var við í einum filmi var í 1997, tá ið hon var við í filminum “Cinderella”. Hon fekk sítt gjøgnumbrot í filmsheiminum, tá ið hon spældi filmin Bodyguard saman við Kevin Costner í 1992.


Barbara Holm
skriva til .(JavaScript must be enabled to view this email address)
Les eisini

Whitney vildi giftast…

Einaferð var Whitney Houston so forelskað í Michael Jackson, at…

Ragnarok í Keypmannahavn...

Fríggjakvøldið 24. februar á Norðurbryggju í Keypmannahavn …

Dragshow og sofaprát…

Leygardagin tann 3. mars verður forkunnugt tiltak í Føroyahúsinum. Hendan…