The Cure á Roskilde Festivalin

Deil á Facebook
Wednesday 18. January 2012 - 14:45

Við The Cure á skránni hevur Roskilde Festivalurin tryggjað sær enn eitt heimskendt navn.

Roskilde Festivalurin nærkast í hvørjum, og eingin ivi er um, at fleiri hundrað føroyingar verða við í festivalinum aftur í ár.

Fyrst almannakunngjørdi festivalurin, at Bjørk og Bruce Springsteen hava játtað at framføra til ársins festival. Nú kunngerð festivalurin, at The Cure eisini framføra.

Bólkurin hevur millum annað fløgur sum Pornography, Disintegration, og stakløg sum Close To Me, Friday I’m In Love, eru helst tey best kendu løgini hjá bólkinum, sum bæði ung og gomul kennast við.

Bólkurin hevur fleiri ferðir framført á Roskilde Festivalinum – seinast var í 2001.

Umframt The Cure hevur Roskilde Festivalurin í dag kunngjørt, at amerikanski bólkurin Araabmuzik og kanadiski bólkurin Cold Specks luttaka.

kelda. eb.dk


Barbara Holm
skriva til .(JavaScript must be enabled to view this email address)
Les eisini

Whitney vildi giftast…

Einaferð var Whitney Houston so forelskað í Michael Jackson, at…

Ragnarok í Keypmannahavn...

Fríggjakvøldið 24. februar á Norðurbryggju í Keypmannahavn …

Dragshow og sofaprát…

Leygardagin tann 3. mars verður forkunnugt tiltak í Føroyahúsinum. Hendan…