Sveinur og Kristel vitja heima

Deil á Facebook
Saturday 21. January 2012 - 13:30

Komandi vikuskiftið vitja Sveinur Gaard Olsen og Kristel Lisberg heima í Føroyum. Tey koma heim fyri at verða við stórari live-sending hjá Rás2, og tey fara millum annað at framføra nakrar sangir.

Nýggj X-Factor kapping er í gongd í Danmark, og aftur hesaferð eru føroyskir sangarar millum profilarnar í kappingini.

Sveinur Gaard Olsen og Kristel Lisberg hava veruliga gjørt vart við seg í kappingini higartil, og tveir aðrir sangarar fyri føroyskum ættarbondum hava eisini verið sæð í kappingini.

Komandi vikuskifti vitja Sveinur Gaard Olsen og Kristel Lisberg heima í Føroyum. Tey verða við í sendingini Hvonn Live, sum Rás2 sendir beinleiðis av Hvonn í Havn leygarkvøldið 28. januar.

Sveinur og Kristel fara at greiða frá sínum upplivingum í X-Factor, og tey fara eisini at framføra nakrar sangir live.

VIÐKOMANDI GREINAR


Eyðun Klakstein
skriva til .(JavaScript must be enabled to view this email address)
Les eisini

Whitney vildi giftast…

Einaferð var Whitney Houston so forelskað í Michael Jackson, at…

Ragnarok í Keypmannahavn...

Fríggjakvøldið 24. februar á Norðurbryggju í Keypmannahavn …

Dragshow og sofaprát…

Leygardagin tann 3. mars verður forkunnugt tiltak í Føroyahúsinum. Hendan…