Prix Føroyar á netinum

Deil á Facebook
Tuesday 24. January 2012 - 23:38

Tey, sum hava hug at leita sær aftur í 90’ini eina løtu, hava nú møguleikan at minnast aftur á Prix Føroyar, sum nú er komið á netið.

Flest okkara minnast Prix Føroyar sum nakað heilt serligt. Kappingin, sum í fleiri ár bjóðaði tað besta innan føroyskan tónleik, datt niðurfyri mitt í 00’unum.

Men nú eru fleiri videobrot komin á YouTube, har eitt nú finalurnar í 1999 og 2001 eru at síggja.

Áður hava fleiri brot frá Prix Føroyum ligið á netinum, men nú eru nøkur komin aftrat, sum júst eru løgd út.

Taxi, 200, Flux, Mc-Hár og Clickhaze eru ímillum teir bólkarnar, sum nú kunnu upplivast á YouTube.


Barbara Holm
skriva til .(JavaScript must be enabled to view this email address)
Les eisini

Whitney vildi giftast…

Einaferð var Whitney Houston so forelskað í Michael Jackson, at…

Ragnarok í Keypmannahavn...

Fríggjakvøldið 24. februar á Norðurbryggju í Keypmannahavn …

Dragshow og sofaprát…

Leygardagin tann 3. mars verður forkunnugt tiltak í Føroyahúsinum. Hendan…