Nýggj kapping sær dagsins ljós

Deil á Facebook
Thursday 26. January 2012 - 15:00

Maðurin handan X-Factor, Simon Cowell, fer nú undir eina nýggja talentkapping, sum skal finna fram til heimsins besta DJ.

Helt tú, at talentkappingar vóru áveg í søgubøkurnar? Tað eru tær sambært Simon Cowell als ikki. Maðurin handan eina ørgrynnu av talentkappingum heldur ikki, at kappingarnar eru ein farin tíð. Hann bjóðar nú kappingina “DJ Superstar”.

Sum navnið vísur á, so er endamálið at finna tann næsta stóra DJ’in.

Sendingin er løgd til rættis, og verður skjótt almannakunngjørd í USA og í Bretlandi.

-Vit hava arbeitt við hesum í meira enn eitt ár. DJ’arar eru tær nýggju rokkstjørnurnar, og tað kennist sum júst tann rætta løtan at byrja eina slíka kapping, sigur Simon Cowell i einum tíðindaskrivi, sum liggur á Twitter og Facebook.

Hollywood parið Jada og Will Smith eru eisini partur av nýggju kappingini. Teirra framleiðslufelag fíggjar ein part av sendingini.

-Hendan kappingin fer at leita kring allan heimin eftir heilt øðrvísi stjørnum. Vit eru samstundis ógvuliga fegin um at arbeiða saman við Simon Cowell, tí vit trúgva hetta verður eitt heimshitt, sigur Jada Pinkett-Smith í sama tíðindaskrivi.


Barbara Holm
skriva til .(JavaScript must be enabled to view this email address)
Les eisini

Whitney vildi giftast…

Einaferð var Whitney Houston so forelskað í Michael Jackson, at…

Ragnarok í Keypmannahavn...

Fríggjakvøldið 24. februar á Norðurbryggju í Keypmannahavn …

Dragshow og sofaprát…

Leygardagin tann 3. mars verður forkunnugt tiltak í Føroyahúsinum. Hendan…