Munnharpusnillingur í Nebo á Toftum í kvøld

Deil á Facebook
Tuesday 17. January 2012 - 13:55

Í gjárakvøldið komu Buddy Greene og Jeff Taylor, sum mong kenna frá Gaither-samtakinum til Føroya.

Við í viðførinum hevur Buddy Greene eitt tjúgutal av munnhørpum, sum eru stillaðar í ymiskum durum.

Í kvøld klokkan 20 fara Buddy Greene og Jeff Taylor at hava eina bluegrass/country-gospelkonsert í Nebo á Toftum.

Áhoyrarnir kunnu vænta at sleppa at hoyra mong ymisk ljóðføri, sum verður brúktur til hetta slagið av tónleiki. Buddy Greene og Jeff Taylor fara at syngja bæði siðbundnar, eldri sangir, umframt nýggjari tilfar. Á skránni verður eisini instrumentalur tónleikur, har Buddy Greene fer at royna seg við sínum mongu munnhørpum

Til ber at keypa atgongumerki í Nebo frá klokkan 19.


Heri Simonsen
skriva til .(JavaScript must be enabled to view this email address)
Les eisini

Whitney vildi giftast…

Einaferð var Whitney Houston so forelskað í Michael Jackson, at…

Ragnarok í Keypmannahavn...

Fríggjakvøldið 24. februar á Norðurbryggju í Keypmannahavn …

Dragshow og sofaprát…

Leygardagin tann 3. mars verður forkunnugt tiltak í Føroyahúsinum. Hendan…