Kristel syngur Nirvana

Deil á Facebook
Wednesday 25. January 2012 - 19:41

Fríggjakvøldið fer Kristel Lisberg at tulka Nirvana í royndini at sleppa víðari í donsku X-Factor kappingini.

Fýra sangarar við føroyskum ættarbondum eru framvegis við í donsku X-Factor kappingini. Ein av teimum er songkvinnan Kristel Lisberg.

Hon fer at syngja ein grunge-klassikara hjá Nirvana, tá ið hon skal royna at sannføra sín dómara, Pernille Rosendahl, um, at hon skal víðari í kappingini. Talan er um sangin “Come As You Are”, sum er ein av teimum friðarligaru sangunum hjá Nirvana.

- Mær dámar tónleik, tá ið hann verður myrkur, djúpur og mystiskur – og fer beint í sálina, sigur Kristel Lisberg við heimasíðuna hjá DR.

Her ber til at síggja Kristel syngja sangin og svara spurningum:
http://www.dr.dk/DR1/xfactor/Artikler/2012/0125111820.htm

X-Factor er aftur á skránni á DR1 fríggjakvøldið kl. 19.00. Leygarkvøldið kl. 19.00 verða Kristel Lisberg og Sveinur Gaard Olsen við í sendingini Hvonn Live á Rás2, og tey fara millum annað at syngja live í sendingini, sum verður send beinleiðis av Hvonn í Havn.

VIÐKOMANDI GREINAR


Eyðun Klakstein
skriva til .(JavaScript must be enabled to view this email address)
Les eisini

Whitney vildi giftast…

Einaferð var Whitney Houston so forelskað í Michael Jackson, at…

Ragnarok í Keypmannahavn...

Fríggjakvøldið 24. februar á Norðurbryggju í Keypmannahavn …

Dragshow og sofaprát…

Leygardagin tann 3. mars verður forkunnugt tiltak í Føroyahúsinum. Hendan…