Á X-Factor heimasíðuni hjá DR ber til at síggja eitt innslag við Kristel Lisberg og Jean Michel, sum bæði luttaka í ársins X-Factor kapping. Jean greiðir í brotinum frá, hvussu hann hevur føroyskar røtur.
- Pápi mín er hálvur íslendingur og hálvur føroyingur. Eg búði í Føroyum í fimm ár, áðrenn eg flutti til Danmarkar at búgva, sigur Jean, sum eisini sæst tosa eitt sindur á føroyskum við Kristel.
Í innslagnum greiða Kristel og Jean eisini frá venjingarleguni, Super Bootcamp, sum tey bæði eru á. Jean hevur áður verið við í X-Factor, og tískil hevur hann góð ráð til Kristel, sum luttekur í sangkappingini hjá DR fyri fyrstu ferð.
- Kristel skal velja ein sang, ið hóskar til hennaru rødd, og sum hon følir, hon kann úttrykkja seg við. Eisini er gott, um sangurin onkursvegna kann gera dómararnar bilsnar, og tí skal hon velja ein sang, sum hon veit, eingin annar kundi funnið upp á at valt, sigur Jean.
Í innslagnum, sum sæst á X-Factor heimasíðuni, avdúkar Kristel, at hon fer at syngja ein sang hjá amerikanska songfuglinum, Christina Aguilera. Jean hevur valt eitt lag hjá bólkinum Rascal Flatts.
Innslagið sæst her
Einaferð var Whitney Houston so forelskað í Michael Jackson, at…
Fríggjakvøldið 24. februar á Norðurbryggju í Keypmannahavn
…
Leygardagin tann 3. mars verður forkunnugt tiltak í Føroyahúsinum. Hendan…