Fissan og Vodka í Club700

Deil á Facebook
Thursday 26. January 2012 - 11:56

Leygarkvøldið fær Club700 vitjan av Fissan og Vodka frá realitysendingini Kongerne af Marielyst, og har fara tey bæði at arbeiða í barrini, og hugna sær við gestunum.

Club700 boðar nú frá, at tey bæði Fissan og Vodka frá kendu realitysendingini Kongerne af Marielyst, vitja í Club 700.

Haraftrat fer DJ-X at diska í niðaru hæddini alla náttina, og Pub Quiz verður á ovaru hæddini frá kl. 23.15, og síðani verður DJ Gullum á skránni.

Club700 væntar nógv fólk hetta kvøldið, og tí eru bussar samskipaðir frá Eysturoynni, Streymoynni og Vágunum.

Haraftrat er møguleiki fyri at vinna eitt VIP kvøld saman við Fissan og Vodka við ymsum vinningum, og meira kann lesast um kappingina á Facebook síðuni hjá Club700:

http://www.facebook.com/#!/events/148274708616632/

Hetta skrivar Club700 á Facebook.


Barbara Holm
skriva til .(JavaScript must be enabled to view this email address)
Les eisini

Whitney vildi giftast…

Einaferð var Whitney Houston so forelskað í Michael Jackson, at…

Ragnarok í Keypmannahavn...

Fríggjakvøldið 24. februar á Norðurbryggju í Keypmannahavn …

Dragshow og sofaprát…

Leygardagin tann 3. mars verður forkunnugt tiltak í Føroyahúsinum. Hendan…