Eftir at hava gjørt nógv um í rúma tíð, hevur millum lítið og einki verið at hoyrt frá bólkinum hjá Fróða Hansen. Teir hava tó ikki ligið í dvala, tí í dag kunngera teir spildurnýtt sjónbandalag til lagið »The Mouse«, sum er ein brellbiti uppá, hvat fólk kunnu vænta sær, tá bólkurin gevur fløgu út í summar.
Í løtuni verður øll orkan hjá bólkinum brúkt til at skipa løgini, og í mai verður farið í upptøkuhølini, tiltikna Lundgaard Studios.
Eisini hevur bólkurin gjørt nýggja heimasíðu, har lagið »The Mouse« umframt tvey onnur kunnu takast niður ókeypis.
Sjálvt sjónbandalagið hava nakrir, sum kalla seg Superskaffer tikið upp. Jákup Wardum hevur høvuðsleiklutin í lagnum, umframt at Fróði Hansen sjálvur eisini er nógv at síggja. Óli Poulsen hevur miksað og mastrað »The Mouse«.
Sjónbandalagið sæst niðanfyri hesa grein.
» Ókeypis konsert við Fróða & The Pink Slips
» Fróði & The Pink Slips við nýggjum manni leygarkvøldið
» Fróði & The Pink Slips í Keypmannahavn
» Fróði & The Pink Slips aftur á pall
Einaferð var Whitney Houston so forelskað í Michael Jackson, at…
Fríggjakvøldið 24. februar á Norðurbryggju í Keypmannahavn
…
Leygardagin tann 3. mars verður forkunnugt tiltak í Føroyahúsinum. Hendan…